At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Heldur enn at siga sum er, at politiskur taktikkur liggur handan avgerðina, so velur formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, at bera seg undan við ósannindum.

Nei, Bárður! Uppskotið lóggevur ikki samkynt hjúnaband inn í trúarsamfeløg, og tað veist tú væl sjálvur!

Formaðurin í Sambandsflokkinum hevur nú staðfest, at flokkurin ikki ynskir at javnseta samkynd við aðrar borgarar í samfelagnum. Tað er ein erlig sak. Vit liva í einum fólkaræði, og tað er í lagið, at fólk hava ymsar áskoðanir.

Men tað, sum eg ikki kann hava virðing fyri, er orsøkin til, at Sambandsflokkurin ikki fer at atkvøða fyri borgarligum hjúnabandi til samkynd. Tí at orsøkin er als ikki, at flokkurin ikki tekur undir við broytingini.

Tingmenn fyri Sambandsflokkin hava enntá alment boða frá, at teir taka undir við uppskotinum.

Tí átti Bárður Nielsen, tá hann fór í útvarpið at greiða frá støðuni, sum flokkurin hevur tikið, at víst á, at ávís tingfólk fyri flokkin tóku undir við uppskotinum, og ynsktu at atkvøða fyri, men at flokkurin hevði gjørt nakrar taktiskar metingar, og var komin til ta niðurstøðu, at flokkurin kundi vinna fleiri veljarar við at lata vera við atkvøða fyri uppskotinum. Tað høvdu fólk skilt. Soleiðis er politikkur, og eftirhondini eru vit von við tílíkt – eisini um vit ikki taka undir við tí.

Men tað gjørdi Bárður Nielsen ikki. Av onkrari orsøk hevur hann hildið, at frægari var ikki at siga sum var.

Kanska var Bárður ikki heilt sannførdur um, at veljarar taka undir við taktiska trekkinum hjá flokkinum, og tískil var best, at teir ikki fingu at kenna sonnu orsøkina.

Tá útvarpstíðindi gjørdu samrøðu við Bárður Nielsen, var tað tí ikki tann sanna søgan, ið varð søgd. Í staðin vísti Bárður Nielsen á, at flokkurin ikki kann taka undir við, at lóggivið verður inn um kirkjugátt og inn í trúarsamfeløg. Í sær sjálvum er tað ein púra legitim grundgeving, og sjálvt samgongutingfólk høvdu tikið undir við Bárði Nielsen og felt uppskotið, um so var, at lóggivið var inn í trúarsamfeløg.

Men Bárður Nielsen veit væl, at uppskotið ikki lóggevur nakað sum helst inn um kirkjugátt ella inn í trúarsamfeløg. Uppskotið snýr seg útilokandi um borgarliga vígslu, og tí er ongin ivi um, at Sambandsflokkurin roynir at brúka trúarsamfeløgini sum undanførslu.

Tíverri, er tað ikki óvanligt í politikki, at tílíkar metodur verða tiknar í brúk. Taktikkur verður tikin fram um politikk, og politikkarar royna at spinna søgur, soleiðis at tær siga nakað heilt annað, enn tað, ið veruliga gongur fyri seg.

Eg trúgvi kortini, at í hesum føri hevur Sambandsflokkurin gjørt ein taktiskan feil. Veljarnir fara helst at gjøgnumskoða, hvat gongur fyri seg, og at tá ið alt avtornar, so stendur Sambandsflokkurin ivaleyst veikari um eina viku, enn hann gjørdi í gjár.

Men soleiðis er politikkur.

Tór Marni Weihe, limur í landsnevnd Unga Tjóðveldsins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo