Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nýliga sá eg í “Tv-avisen“ eitt innslag um  “de gyldne håndttryk”, hetta vóru heilt groteskar upphæddir, ið kanska ikki svara heilt til tær her heima, men altso...

Havi somu meining um hesa vitleysu skipan sum eg havi um politikarar. Tað skuldi veri ein rullandi skipan.

Eftir eitt ásett áramál skuldu bankastjórar aftur til kassan, so teir fingu situatións fornemilsi við fólkinum, teirra kundum.

Á sama hátt sum politikarar skuldu út í veruleikan millum fólkið. Ætlaninar er góðar men situatións fornemilsi manglar. Hatta eru altso fólksins pengakassar teir røkja.

Så nýliga “á Dr2” eitt vanligt heiðurligt par sum var pressaði út á eggina, tey komu at hanga føst í tveimum húsaleigum ella lánum vegna  fíggjarkreppuna.

Tey gingu frá Heródes til Pilatos at fáa hjálp, men ongir bankar vildu vita av teimum soleiðis livdu tey í 10 ár.

Hví í allari víðu verð skal ein stjóri, ið hevur verið við til at skapa henda ruðuleika, fáa tað sokallaða gylta lógvataki.

Hví skula summi lønast fyri tað sama sum onnur straffast fyri?

Nei, um eg skilji tað!

AE HÍK

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo