Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tað var gott at hoyra Ewald Kjølbro í tídindunum í kvøld, har hann segði, at ferðsla skal leiðast út um bygt øki. Hetta kemur eisini greitt fram sum ein tilráðing í 0-hugsjónini hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd.

Hetta má sostatt vera hugsanin og tilráðingin, óansæð um vit tosa um at leiða ferðsluna frá Eysturoyartunlinum útum Skálafjørð ella ferðsluna frá Borðoyatunlunum um Klaksvík.

So tá fólk eystan Múla og úr Árnafirði fara at koma út úr nýggju tunlunum Klaksvíksmegin, so skal tað sjálvandi vera sunnanfyri Klaksvík.

Tilráðingin um at leggja ferðsluna út um bygt øki skal sjálvandi fylgjast. Hvat hevur man annars skilagott, útbúgvið fólk at gera tilráðingar og samferðsluætlanir til?

Og orsøkin til, at tunlarnir skulu ganga frá Klaksvík suður - Árnafjørð - Norðtoftir, og ein vegur út um Klaksvík als ikki kann brúkast í hesum føri er, at tilráðingar hjá sjálvum Landsverk siga: “Í framtíðar vegaføringum verður miðað móti, at vegirnir, so vítt møguligt, liggja í láglendi við so fáum brekkum sum gjørligt.” (Úr Samferðsluætlanini 2008-2020)

Altso hevði ein tunilsverkætlan norðanfyri Klaksvík ikki lokið tilráðingarnar hjá Landsverk og Ráðnum fyri ferðslutrygd.

Hallgerð Akurstein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo