Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

- Tá Aslaug Gisladóttir var í uppskoti til at gerast nevndarlimur í P/F Betri, varð nevndin hjá IRF kunnað um tað av stjóranum í IRF, sigur nevndarforkvinnan í IRF, Kristina Roest, í svari til fyrispurning frá VP.

- Nevndin hjá IRF hevði ongar viðmerkingar um hetta, uttan tað, at tað ikki mátti ganga út yvir arbeiðsuppgávur hennara í IRF.

- Síðan tað hevur nevndin hjä IRF ikki umrøtt hennara viðurskifti, sigur nevndarforkvinnan.

- Vísandi til starvsfólkabygnaðin hjá IRF er Aslaug Gisladóttir undir leiðslu av stjóranum hjá IRF, tí vil eg heita á teg um at venda tær til stjóran hjá IRF, um tú hevur fleiri spurningar í hesum sambandi, sigur nevndarforkvinnan tá ið spurt verður um starvsfólkaviðurskiftini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo