Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Newcastle vann 4-1 á Preston í kvøld og við sigrinum er Newcastle aftur í Premier League eftir eina sesong í Championship.

Men ivasamt er um venjarin Rafael Benitez heldur fram sum venjari komandi sesong.

50.212 áskoðarar vóru á St. James Park og sóu Newcastle tryggja sær uppflyting í Premier League.

Fyrrverandi málverjin Shay Given er ikki vísur í um Benitez fer at halda fram sum venjari á St. James Park um spaniólin ikki sleppur at keypa nýggjar leikarar.

Tvey umfør eru eftir at leika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo