At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Beint nú er ein ketu-reaktión av nationalistiskum sundurkarvingar aktiviteti farin í gongd í Suðureuropa, so nú fær okkara territoriali landasorlari, harra Magni Arge úr at gera.

Bæði á tí nationalistiskt kókandi Balkan og í sjálvum Miðalhavinum eru desperat boð eftir okkara magnesiska landaknúsara.

Í gjár frættist, at nationalistar á tí syðra Balkan eru farnir at stríðast um geografisk nøvn og national territoria. Tað eru Makedonien og Grekinland, sum eru farin at trætast illa um national minnilutaøki.

Men har verður rættiliga fløkjaligt hjá Magna, hvørjum hann skal halda við.

Normalt er hann jú upploysingarmaður, men tann norðasta greska provinsin, har makedonarar eru í minniluta, vil framvegis hava samband við Grekinland, meðan Makedonien vil hava, at teir taka loysing frá Grekinlandi.

Tað er eitt faktum, at tann makedonski minnilutin í Norður-Grekinlandi verður nationalt sera kúgaður og næstan ignoreraður av Grekinlandi.

Hvørjum skal okkara neyðars landakvettari halda við?

Verður hann makedonskur loysingarmaður ella greskur sambandsmaður???

Hetta er ein sera alvorlig eksistentiell avbjóðing fyri ein fundamentalistiskan separatist!

Sker hann makedonskt her, missir hann greskt har!

Men ikki nóg mikið við tað!

Av Korsika eru eisini national neyðarróp og ønskrilig rakstrarróp eftir loysingarhjálp frá tí magnesiska Arge-felsaranum.

Korsikanarar hava leingi vilja havt loysing frá Frankaríki, og nú eru teir blivnir rættiliga militantir. Teir treingja minst líka nógva hjálp sum catalonarar, so tað verður bíðað við spenningi eftir Arge í Ajaccio.

Men á Korsika er nógv øðrvísi enn í Spanein!

Í  Catalonien eru loysingarfólk tey ríku og forkelaðu, meðan tey minni múgvandi halda við Spanien.

Á Korsika er akkurát øvugt! Har eru tað tey fátæku og politiskt illa støddu, sum eru loysingar, meðan tey ríku og vælbjargaðu eru sambandsfólk og halda við Frankaríki.

Hvørja síðu skal landatýnarin  Magni velja? Skal hann verja tey ríku og innovativu, sum hann  miskunnarleyst ger í Catalonien, ja, so noyðist hann at blíva korsikanskur sambandsmaður.

Hetta er eitt ómenniskjansligt dilemma hjá einum stálsettum upploysingarmanni!

Men eftirsum hann er tjóðveldismaður skuldi tað ikki verið so trupult, tí í tí irrationellu sektini hevur man í  70 ár dúgliga roynt at blása og hava tjokkfullan munn av mjøli um somu tíð!

Men skal Europa upploysast eftir magnesiskum leisti, sum eggjar til aggressivt sundurlyndi heldur enn  friðarliga symbiosu, verða næstan allir statir pettaðir sundur við ógvuliga tragiskum socialpolitiskum konsekvensum!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo