Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Kvinna.fo: Eg var bara um 10 -11 ár, tá eg kom út fyri hesum. Tað hevur sett síni spor. Hati tá tað kemur fram fyri meg.

Eg hevði verið og vitjað nakrar vinkonur og var á veg heim til gongu.

Ein bilur steðgaði, og tá eg sá, at tað var ein í familjuni, sum bjóðaði sær at koyra meg heim, fór eg sjálvandi við. Hann var um 19 ár tá.

Men tá hann ikki snaraði av til okkara veg, men helt á at koyra út um bygdina, spurdi eg, um hann ikki kundi venda við, tí eg skuldi vera heima til nátturða.

– Vit fara bara ein lítlan biltúr, svaraði hann.

Minnist væl, at eg bleiv ótrygg.

Hann koyrdi til ein avsíðis veg, og við endan á vegnum steðgaði hann og legði beinanvegin á meg. Eg bardist ímóti, græt og rópti, men hann var nógv sterkaði enn eg. Hann legði seg omaná meg og fekk tað, hann ætlaði sær.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo