Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Tað gjørdist Paris Saint-Germain sum vann dystin móti Liverpool heima á Parce des Princes í fimta bólkadystinum í Champions League.

Dysturin endaði 2-1. 

Liverpool tapti sostatt allar tríggjar útdytirnar í Champions League-bólkaspælinum.

Men: Vinnur Liverpool móti Napoli heima, og PSG leikar javnt úti móti Reyðu Stjørnu, so enda øll hesi trý liðini á níggju stigum. So spenningurin stendur við líka til 11. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo