At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Vinna

P/F Kósin hevur fingið nýggjan nevndarformann og tríggjar nýggjar nevndarlimir.

Sambært Vinnuvitan.biz er Erik Braune, sum hevur verið nevndarformaður síðani 2009, skiftur út við Niels Winther Poulsen, ið er vorðin nevndarformaður í P/F Kósin.

Harafturat eru Jákup Absalon Matras í Buð og Dirk-Jan Parlevliet farnir úr nevndini. Hanus Hansen, Diederik Parlevliet og Eyðfinn Reyðberg eru komnir í teirra stað.

Umframt nýggja nevndarformannin og nevndarlimirnar, so eru Diedrik Parlevliet og Hergerð Joensen eisini í nevndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo