Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Einýtslan av einnýtisíløtum er vaksin síðan byrjað varð at gera hagtøl í 2008. Uppgerðin fyri 2017 vísir, at gongdin er tann sama sum áður.

Fleiri einnýtisíløt verða innflutt enn áður, og tann parturin, sum verður latin inn aftur, er støðugur. Returprosentið í 2017 var 88 %. Tað merkir, at nærum níggju av tíggju einnýtisíløtum vórðu latin inn aftur í 2017.

Býtið millum ymsu sløgini vísir, at nógv mest verður nýtt av metali og plasti. Hesi liggja á nøkulunda sama støði, meðan nýtslan av glasi einans er ein lítil partur av samlaðu tølunum. Tó sæst eisini ein vøkstur av nýtsluni av einnýtisíløtum úr glasi.

Nýtslan av einnýtisíløtum nærkast nú 10 mió. íløtum um árið.

Her finnur tú fleiri upplýsingar um seinastu uppgerðina fyri einnýtisíløt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo