Minst ein persónur sum var í einum bili er ikki komin aftur í aftur tá bilurin var tikin við av skriðulopinum sum var við Jølstravatnið, har vesturi í landinum.
Eisini eru minst 2 hús tikin við í einum skriðulopi í Jølstra. Norskir myndugleikar hava mett, at tað er fyribils ikki nóg trygt hjá bjargingarfólki at vera á staðnum, tí er leitingin avmarkað.
Minst 1500 fólk hava mist streymin og minst 150 eru flutt burtur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo