Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen
Onnur tíðindi

Sunda kommuna: Tvær tær seinastu vikurnar hevur Sunda kommuna verið runt um í bygdunum og havt borgarafundir um uppskotið til ferðavinnupoltikk.

Nógv fólk møttu á fundi og viðmerkingarnar eru allar skrivaðar niður.

Eisini eru fleiri, sum hava valt at senda inn skrivligar viðmerkingar til kommununa. 

Málið hjá kommununi er, at skapa best møguligu fortreytir fyri, at borgarar og fyritøkur í hesum øki hava hug og dirvi til at bjóða seg fram í hesi skjótt vaksandi vinnu, so hon fer at kasta pening av sær til økið.

Kommunan hevur áhugað í, at fáa viðmerkingar inn. Uppskotið liggur frammi til hoyring inn til fríggjadagin 30. mars 2018 kl. 12.00.

Uppskotið til ferðavinnupolitikk kann lesast her.

Myndir frá borgarafundunum síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo