Har øll sópa fyri egnum durum, verðu gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe
Vinna

Myndin vísir tað størsta hálið av hýsu hendan túrin, sum var 7,5 tons

Havstovan: Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina á Føroyabanka um heystið, har 29 trolhál á ein tíma verða tikin. Tað var nógv til av hýsu, líka nógv sum metárið 2002 og var hetta hýsa í øllum støddum. Tað var framvegis lítið til av toski.

Vanliga fæst bert toskur, sum er yvir 80 cm langur, men í ár var ein partur av toskinum millum 60 og 75 cm langur. Hesin fiskur, sum møguliga er frá 2014-2016-árgangunum, kann møguliga fáa nøgdina av toski (í vekt) at økjast nakað komandi árini.

Les túrfrágreiðingina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo