Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Nú slaktið hevur verið er nógv at sleppa sær av við á útoyggjunum har nógv verður flett. Ein av oyggjunum hevur onki sjóvegis samband um veturin, tað er Mykines, og har má tí skipast fyri farmatúrum av og á, millum annað at taka ruskið.

VP hevur fingið sendandi myndir sum vísa, at nú slaktið er av liggur nógv og bíðar eftir at verða tikið av oynni, bæði oljutunnur og vanligt rusk, millum annað frá slaktinum.

Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, sum eisini fevnir um Mykines, sigur, at tað er IRF sum eigur uppgávuna at taka ruskið av oynni.

- Har er eisini ein umboðsmaður hjá IRF í Mykinesi, men tað má so passast við veðurlíkindi og annað, sigur hon.

Erik Davidsen, umsjónarmaður og havnarmeistari í kommununi sigur, at báturin fer eftir ruskinum í næstum.

- Sjálvandi er tað keðiligt um ruskið verður liggjandi leingi. Men um veturin er tað nú einaferð soleiðis, at tað er ikki altíð siglandi, og tað eru eisini onnur viðurskifti sum gera seg galdandi, eitt nú nær bátur er tøkur, sigur hann.

myndirnar hevur Hans Gudmundsen tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo