Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Vinna

Nógv virksemi er á MEST í Tórshavn og á Skála í hesum døgum. Ikki færri enn 14 skip lógu við bryggju ella vóru á beding og í dokk.

Arbeiðini snúgva seg um alt frá vanligum viðlíkahaldsarbeiði til umfatandi umvælingararbeiði. 

Katrin Jóhanna - nýggja uppisjóvarskipið - er á MEST til umvælingar av gearinum ímillum høvuðsmotorin og generator og væntast at verða liðugur síðst í vikuni.

Merete Chris hjá danska reiðarínum Peter Madsen í Skanderborg. Grabbarnir skulu upp og síðani skal skipið á beding til høvuðssýn. Væntast at verða liðug seinni í mánaðinum. Er í Føroyum og hjálpir J & K Petersen við at gera botnin fram við nýggju atløgubryggjuni.

Arctic Viking – hava verið í Havn í nakrar vikur til meiri umfatanda arbeiði sum útskiftan av høvuðsmotori, hjálpimotorum og ymiskum umvælingararbeiði.

Hoyvík – uppisjóvarskipið hjá OCJ – er til umvælingar og klassing av gearinum.

Norðingur – uppisjóvarskipið hjá JFK – umvælir turbinu í høvuðsmotorinum og annað umvælingar arbeiði. Væntast út aftur síðst í vikuni.

Brimil – Umvæling og viðlíkahalda av krana og spæli

Ritan er á beding til umvælingar í samband við skaða av skrúvuni. Ritan fór av bedingini týsmorgunin og bleiv royndarkoyrd fyri síðani at fara í rakstur aftur týsdagin seinnapartin.

Rimi - fóðurflaki hjá Bakkafrost á Gulanum – har ymiskt umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt.

Somuleiðis er úr at gera á Skála Skipasmiðju. Uppisjóvarskipi Høgiklettur er í dokkini til aksiltrekk og annað. Skipini hjá Royal Greenland, Tasiilaq og Tuneq fáa arbeiði gjørt við kai eins og Jens Leon liggur við bryggju og fær umvælt gearið.  Olga Maria og Maniitsoq eru á beding. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo