Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Krutl

- Feministarnir fara at fáa trupulleikar, tí um kyn verður flótandi og tú kanst velja kyn, so gevur tað ikki meining at krevja javnbjóðis umboðan millum mann og kvinnu.

Millum annað soleiðis skrivar Anna Libak, journalistur, fyrilestrahaldari og fólkatingskandidatur hjá Vinstra undir teiginum Opinion í Ekstrablaðnum.

- Í Stórabretlandi verður tjakast um í løtuni, hvørjar aveliðingarnar verða av, at fólk nú sjálv sleppa at velja sítt kyn.

- Tjakið er íkomið av, at Karen White, ein tvørkynd lesbisk, sum bæði er dømd og aftur skuldsett fyri neyðtøku, seinasta ár var koyrd í eitt kvinnufongsul.

- Her sjikaneraði hon fleiri seksuelt. 

- Ja, hvat er í grundini argumentið fyri, at hædd og vekt ikki skal gerast valfrítt? Tað eru stór fólk, sum ynskja at vera minni og so lítil fólk sum fegin høvdu viljað verið størri, og so eru tað feit fólk, sum høvdu ynskt at verið kløn, og so kløn fólk ið høvdu viljað viga meira.

- Og hví skula onnur avgera, um tú ert eitt barn, gamal ella ungur?

- Tað finnast gamalklók børn, sum føla seg eldri enn tey eru, og tað eru sera nógv eldri fólk, sum ongantíð gjørdust vaksin.

- Trúgv mær hetta við tvørkyndum er bara byrjanin, skrivar Anna Libak.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo