Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Mikudagin vóru dreingir í aldursbólkinum 12 ár frá Ítróttarfelagnum Argir og ruddaðu eitt øki á Argjum. Í økinum lá nógv tundur og annað rusk, sum væntandi kemur frá byggivirkseminum, sum í løtuni er á Argjum. Nøgdin av ruski kom óvæntað á ruddararnar.

Tórshavnar kommuna fær ofta fráboðanir um rusk í umhvørvinum. Tískil vil kommunan minna øll á at brúka kommunalu innsavningar- og avhendingarskipanina, soleiðis at burturkast ikki liggur og rekst og dálkar náttúruna.

Tórshavnar kommuna takkar ítróttarfelagnum Argir fyri teirra tak fyri umhvørvinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo