Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Vinna

TAKS: Eftirlitsarbeiði hjá TAKS vísir greitt, at fólk, sum leiga út gjøgnum Airbnb, draga ov nógvar útreiðslur frá, tá ið tey geva leiguna upp til skattingar. Ofta verða upp í 55% av inntøkuni drigin frá, og tað er vanliga alt ov nógv. Tá ið fólk draga ov nógv frá, rinda tey ov lítlan skatt.

Vantandi kunning kann vera ein orsøk
Ilt er at siga, hví ov nógv verður drigið frá. Tað er tó ein sannroynd, at alt fleiri føroyingar eru farnir at leiga út gjøgnum Airbnb. Hjá mongum er talan um nýggja inntøkukeldu, og vantandi kunning um, hvussu hon skal gevast upp til skattingar, er helst ein av orsøkunum til, at fólk gera mistøk.

Ístandsetingarútreiðslur kunnu ikki dragast frá
Tað er í flestu førum rættiliga avmarkað, hvat ið kann dragast frá, tá ið leigað verður út gjøgnum Airbnb. Metast skal altíð um í hvørjum einstøkum føri, men eitt rímiligt boð liggur um 10-15% av leiguinntøkuni og ikki um tey 55%, sum nógv tykjast halda. Ein høvuðsregla í hesum sambandi er, at bert útreiðslur í sambandi við nýtslu og slit geva rætt til frádrátt. Til ber t.d. ikki at seta eini hús í stand til útleigu og at draga ístandsetingina frá, tí tá er talan um nýgerð og ikki um nýtslu ella slit.

Greiðari kunning um frádráttarreglur
Eftirlitið hjá TAKS vísir, at tørvur er á at upplýsa útleigarar um, hvussu inntøka av Airbnb skal gevast upp, og hvat kann dragast frá. Tí hevur TAKS nú gjørt kunningina um Airbnb-útleigu greiðari, samstundis sum ljós verður varpað á tær skattligu avbjóðingar, sum vaksandi vinnan hevur við sær. Við árslok í 2018 vóru 551 føroyskir bústaðir skrásettir hjá Airbnb.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo