Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Skúli

Skúlablaðið: Kjartan Kristiansen hevur verið lærari í 34 ár, og í septembur gavst hann. Nógvu tey seinastu árini hevur hann verið telduvørður í Eysturskúlanum. Hann sigur, at teir talgilt innføddu næmingarnir tykjast einki vera framman fyri tøkniliga niðursetufólkið, lærararnar.

- Nei, tað haldi eg ikki. Nógvir næmingar duga lítið við teldum. Heilt lítið. Tað ger meg bilsnan viðhvørt. Serliga genturnar duga illa. Tær eru ikki so vanar at brúka teldu sum amboð at skriva við til dømis. Tær spyrja m.a., hvar mann skal goyma ymist. Duga tær at goyma, vita tær kanska ikki, hvar tað fer. Jú, tað eru trupulleikar viðhvørt. Summir næmingar eru als ikki dugnaligir á telduøkinum. Yvirhøvur ikki. Men onnur, sum duga ómetaliga væl, sløðast ímillum, sigur hann.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo