Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

Mynd: Erlingur Ellendersen

Herfyri skrivaðu vit um at nógvur toskur var at fáa í Vestmanna, men í Fuglafirði er eisini satt toskarok og fleiri bátar royna.

Tað hevur verið nógvur toskur at fingið úti á Pollinum í Fuglafirði seinasta árið, men sum hesar myndirnar vísa, tiknar í dag, so er toskurin komin heilt inn móti landi.

Sagt verður úr Fuglafirði, at tann smái toskurin er góður, meðan tann stóri er meira slánutur.

Stór toskatorva hevur eisini verið inni á vágni í Klaksvík.

Les eisini:

Slánar inni við land

Fáa nógvan fisk inni á havnini í Vestmanna

Mynd: Erlingur Ellendersen

Mynd: Erlingur Ellendersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo