Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Á vágaportalinum er nýliga endurgivin ein "samrøða", sum kringvarparin Jón Brian hevur havt við okkara fiskaministara, harra Høgna Hoydal.

Tað er avgjørt ikki óinteressantur lesnaður. 

Jón B. roynir at stilla ministaranum rímuligar, kontantar og greiðar spurningar um, HVÌ samráðingar-mótpartarnir hjá veiðu-ministaranum ikki kunnu fáa eitt pappír við uppskoti á borðið, sum teir so kunnu analysera og debattera á egnum fundum:  

Fyrst spyr Brian fleiri hampuligar og lagaligar spurningar, síðani meira beint út, so enn meira bersøgið,  og til endan hvassari krav um eitt ordiligt svar, MEN hann fær ikki eina ta einastu ferð eitt reelt  aftursvar frá fiska-kardinalinum, sum bara sveimar við  ófólkaligum flákrandi uttanumtosi og harafturat primitivari pseudofilosofiskari belæring um "bókstavin, sum drepur", alt meðan hann sjálvur myrdar bæði allan logikk og sunna fornuft!

Tað samlaða orðagosið frá tí meinings-vevjandi veiðu-ministaranum er beinvegis "svørt tala". Hesin illa sperdi fiska-ovastin ballar alt málið inn í ein blýtungan vavgreyt av orðaskvaldri og semantiskum nonsens.

Harumframt kemur hann eisini við faktuellum ósannindum um mótpartin.

Tann desperati fiska-vesirurin vil ikki siga, sum er, at hann noktar at vika seg ein tumma í tí ónossliga auktións-málinum, og tí er einki at samráðast um, og tí skal heldur einki pappír útflýggjast. Alt er myrkalagt, og alt er í loyndum!

Málið skal helst krógvast í "ovastu skuffu í ovasta Ráði í allarovasta loyndar-kabinetti hjá fiska-ráðharranum".

Demokratisk pluralistisk tankagongd og politiskt innlit er fyri henda veiðu-ovasta ein óneyðug og strævin pestilens.

Vestigia terrent (sporini ræða)
Fyri tey yngru ættarliðini má slíkt mjørkaprát og ein slík evnagongd tykjast sum absurdur sjónleikur, og eg havi hoyrt fleiri siga, at hatta er beinvegis at spilla tíðina hjá lesarum ella lurtarum.

Men fyri okkum eldru, sum hava verið krónvitnir til, hvussu stovukommunistarnar í 70'unum og 80'unum  drupu allan logikk við longum tiradum av mjørkatalu og uttanum-vavstri, er hetta slett IKKI nýtt. Hetta var tann fasta mannagongdin hjá øllum tí ónossliga og logikk-allergiska Frama-liðinum!

Her vendir Høgni Hoydal bara aftur til betong-metoduna frá sínum ungdómsárum. Tá tosaðu hann og hansara líkar eitthvørt mál upp í ein ellibita av møsni og humbukki, og teir svaraðu aldrin serliga konkret uppá nakað!

Hetta er FRAMA- METODAN. - Hetta er BREZNJEV- metodan!

Hevur man fyrst tikið eina støðu í gehejme-kabinettinum, víkir man aldrin frá henni. Alt er viðtikið ex cathedra. Man kennir ikki til ella vil ikki acceptera eitt kompromis!

Tessvegna eru allar "samráðingar" illusoriskar og verða bara førdar uppá hvamsvís. Man víkir jú kortini aldrin frá sínum.

Men hatta átti ikki at komið óvart á fólk, sum bara minnast 15 ár aftureftir. -  Fiska-vesirurin hevur jú fyrr víst síni manglandi evni sum demokratiskur landsstýrismaður. 

Arnfinnur Kallsberg var beinleiðis í neyð av teimum intrigum, sum kardinalurin skapti táverandi stýri. Jóannes Eidesgaard mátti avbróta alt politiskt "samstarv" við vesirin vegna politiskan illoyalitet. 

Man má beundra Aksel løgmann fyri, at hann hættir sær at hava henda betongdrongin við sær í eini samgongu.

Sjálvt tann grótharði Bismarck, sum annars ikki var sentimentalur, erkendi og úttalaði, at politikkur er "Kunst des Møgliche", so HANN  kendi væl til at gera skilagóð og konstruktiv kompromis.

Men tað lærir ein republikanskur fundamentalistur, sum okkara deputeraði oddafiskur, valla nakrantíð!

Ein ministari, sum ikki dugir at slaka og er so politiskt óbúgvin, at hann ikki kann skapa kompromis, er slett ikki sína politisku uppgávu vaksin. 

Tað er altso uppá tíðina, at Aksel løgmaður tekur alvorligt um endan og støðgar sínum ódugiliga fiskaministara.

Annars kann aldrin skapast nøkur breið semja í veiðu-vinnuni.

Men VP-stubbin við HH er avgjørt ikki uttan undirhaldsvirði: 

Sjáldan hevur nakar landsstýris-vesirur sagt so nógv møsn við so nógv fólk uppá so stutta tíð!

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo