Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

Føroyska uppsjóvarskipið Norðborg er tað pelagiska fiskiskipið í heiminum, sum hevur besta lønsemið.

Tað skrivar norski miðilin Fiskeribladet.no.

Fyri hvørt kilo sum kom um lúnningina í fjør lukkaðist Norðborg at fáa 10,52 krónur burturúr, skrivar miðilin.

Og orsøkin er einføld: Nærum helvtin, ella 125 mió kr av einum samlaðum veiðuvirði á 284 mió kr stavar frá øktum meirvirði sum kemur beinleiðis frá meirvirkingini umborð, har alt verður gagnnýtt, og bæði mjøl og lýsi verður framleitt umframt flak.

- Vit fiska nógv minni enn onnur líknandi føroysk skip. Men vit skapa størri virði enn hini. Meirvirkingin umborð hevur víst seg at gera stóran mun hjá okkum, sigur ein av eigarunum, Eyðun Rasmussen við fiskeribladet.

Hann sigur, at góða gongdin hjá Norðborg ikki fær reiðaríið til at umhugsa at byggja Christian í Grótinum, sum reiðaríið eisini eigur, um til at framleiða lýsi og mjøl, tí skipið er ov lítið til tað.

Fiskeribladet samanber við norsk tøl og kemur fram til, at Norðborg fær 118% betri úrtøku enn miðal fyri líknandi skip í Noregi.

Hóast prísurin á sild og svartkjafti hevur verið dalandi, so væntar Norðborg at sølan setur met aftur í ár. Gongst sum tey vænta fer Norðborg í ár at selja fyri ímillum 220 og 230 mió kr í okkara pengum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo