Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Eftir at hava verið prentað í Danmark í eitt ár ella so verður lokalblaðið í Norðoyggjum nú aftur prentað á Prentmiðstøðini á Smyrilsvegi í Havn - sum er einasta prentsmiðja av sínum slagi í landinum.

Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum, sigur í stuttari viðmerking við VP, at prentingin varð flutt til Danmarkar, tí prísur, dygd og tænasta ikki vóru sum tey áttu at vera.

- Hetta er alt broytt nú, og tí hava vit flutt prentingina aftur til Føroya, sigur hann. 

Norðlýsið prentaði útivið 50 útgávur í Danmark hetta árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo