At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Vinna

Finnur Klein, Norðoya Sparikassi. Birgir Enni nevndarlimir og Durita F. Augustinussen, forkvinna í Ein dagur á grynnuni

Norðoya Sparikassi og Ein dagur á grynnuni hava endurnýggja avtaluna um stuðul, sostatt verður væl dámda Norðoya sparikassa kaféin aftur at síggja í Perluni tann 2. mai til ársins Ein dagur á grynnuni.

Borðreitt verður við góðum og heitum kaffi og te, sunkist til børnini og onkrum søtum til góman. Umframt tað, verður lekkra og heimskenda fiskasuppan hjá Birgiri Enni eisini at fáa í Perluni.

Eins og undanfarnu ár er talan um eitt ókeypis familjutiltak, har øll fáa møguleika at uppliva tað fantastiska sjóðtilfeingið, ið er kring Føroyar.

Tiltakið hevur eydnast ómetaliga væl seinastu árini og áhugin hevur av tí sama veri vaksandi. Nú sæst eisini ein vaksandi áhugi frá ferðafólk, ið fáa ein serstakan møguliga, at royna føroysku matmentanina og heimskenda gestablíðni føroyinga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo