Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Umvegis miðlarnar vórðu vit kunnað um, at Klaksvíkar Kommuna fekk boð at møta í rættarnevnd Løgtingsins at greiða frá síni støðu í sambandi við uppskotið hjá andstøðuni á Føroya Løgtingi, um at nýta Norðoyatunnilin til fígging av tunnilsgerð norð um fjall.

Tað undrar okkum, at vit onki hava hoyrt um hetta mál.

Hetta er ikki fyrsta mál, ið kommunan fær til hoyringar, ið sitandi býráðsleiðsla ikki umrøður saman við býráðnum.

Í fjør møtti varaborgarstjórin upp í mentanarnevnd Løgtingsins í sambandi við málið um undirsjóarakvarium á Borðoyavík, umboðandi Klaksvíkar Býráð, uttan at býráðið yvirhøvur hevði viðgjørt mál. Hetta er ein óskikkur, ið vit ikki vilja góðtaka.

Vit sóu eisini, hvussu málið um “Heildarætlan fyri heilsutænastur í Norðurøkinum” varð koyrt av sporinum.

Í málinum um tunlarnar norður um fjall møtti Klaksvíkar Kommuna ikki upp, sum vit meta er ógvuliga óheppið.

Tað er ikki í lagi, at borgarstjórin, varaborgarstjórin ella bara samgongan, av sínum eintingum, ger niðurstøður uttan um býráðið, og vilja vit tí hava málið lagt fyri til viðgerðar skjótast tilber.

vegna Fólkaflokkin og Tjóðveldi í Klaksvíkar Býráði

Gunvá við Keldu
Atli S. Justinussen
Beinir Johannesen
Herfrí J. Sørensen
Steinbjørn O. Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo