Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Arsenal vann í kvøld 3-2 á útivølli ímóti Crystal Palace eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum.

Við sigrinum í kvøld er Arseanal komið uppá 37 stig, sum er sama stigatal sum Tottenham á 5. plássinum. Liverpool á 4. plássinum hevur 38 stig.

Málskjúttar hjá Arsenal í dystinum í kvøld vóru Shkodran Mustafi (25') og Alexis Sánchez (62', 66'). Andros Townsend javnaði fyri Crystal Palace í 50. minutti, meðan James Tomkins minkaði um munin til 2-3 í 89. minutti.

Crystal Palace liggur eftir ósigurin í kvøld framvegis á einum 16. plássi í Premier League við 18 stigum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo