Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tunlarnir "Norður um Fjall" og "Vatnsoyrartunnilin" eru nakað heilt serligt, sum til ber at fíggja við verandi fastari inntøku, nevniliga í Norðoya- og Vága tunlunum, sum verða "longdir", og loysa so "allar" verandi ferðslutrupulleikar í lokaløkinum.

Nærum øll, sum nú gjalda tunnilisgjald í NT og VT vilja fegin halda fram at gjalda, men bara tí at gjaldið fer til ferðslufyrimun í økinum, og einki annað.

Tí ber ikki til at samanlíkna omanfyrinevndu nýggju tunlar við aðrar tunlar í Føroyum.

Og eitt afturat: Tað er ikki neyðugt at afturgjalda nýggju tunlarnar so ómetaliga skjótt - hví ikki lata NT og VT fíggja t.d. helvtina av íløgunum, ella meira, og so gjalda aftur í 20 - 30 ár?

Komið í gongd!

Samfeðsluáhugaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo