Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Triðja árið á rað bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum vælkomnum á Norðurjól - eitt uttandura tiltak fyri alla familjuna, har jólahugnin er í hásæti.  


Tiltakið verður í Vágstúni og kring jólatræið í Klaksvík leygardagin 2. des. frá kl. 10.00- 17.00. Á skránni verður livandi tónleikur, undirhald til børn og vaksin, forkunnugar sølubúðir, piparkøkuhúsakapping og jólabitar úr heimsins heraðshornum.

Sølubásarnir bjóða sniðgivnar vørur, føroyska framleiðslu og serstakar vørur úr Norðoyggjum. Eisini verður heit súpan, nýkókaðar kleynur og annað gott at fáa.

Á pallinum verður kórsangur og ymiskar framførslur – eitt nú frá Hans Andrias og Bubu, sum sjálvsagt verður í jólahýri.

Jólatræið verður tendrað kl. 15.30, og tá spælir Klaksvíkar Hornorkestur.

Tá ið jólatræið er tendrað, trínur Hallur Joensen á pall við við eini serstakari jólaframførslu.

Myndaboks er við, so góður møguleiki er at ogna sær eina jólamynd saman við familju, vinum, makanum osfr.

Piparkøkuhúsakappingin, sum fyrstu ferð varð hildin í samband við Norðurjól í fjør, eydnaðist so væl, at hon verður endurtikin í ár.

Skrá og nærri kunning um piparkøkuhúsakappingina kemur seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo