Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Onnur tíðindi

Norðurkorea skal hava avrættað fleiri ráðgevar eftir úrslitaleysa toppfundin ímillum USA og Norðurkorea sum var í februar. Aðrir eru sendir í arbeiðslegur.

Serligi ráðgevin hjá Kim Jong un, Kim Hyok-chol, og fýra aðrir tænastumenn, vórðu skotnir í floghavnini Mirim í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang, skrivar avísin Chosun Ilbo.

Øll skulu hava gjørt seg sek í njósning fyri USA ella at hava gjørt mistøk sum at týða skeivt tað sum sagt bleiv á toppfundinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo