Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Kinesisk hernaðarflogfør hava sambært CNN økt tilbúgvingina nærhendis Norðurkorea. Samstundis skrivar The Telegraph, at Russland hevur flutt nógva tunga hernaðarútgerð til markið við Norðurkorea. Bæði londini hava mark við Norðurkorea.

Í síðstu viku frættist, at USA hevur sent eitt fylgi av herskipum avstað ímóti koreansku hálvoynni. Men so frættist, at fylgið í veruleikanum var á veg til Avstralia. Men nú hevur amerikanski verjumálaráðharrin, James Mattis, sligið fast, at fylgi av herskipum er á veg til Norðurkorea.

Í skipafylginum er eisini flogberin USS Carl Vinson sum hevur 90 stríðsflogfør umborð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo