Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Norðurkorea hevur aftur í nátt skotið tvær stuttberandi rakettir sum endaðu í Japanska havinum. Hetta er fjórðu ferð seinastu tvær vikurnar at Norðurkorea ger hesar royndarskjótingarnar.

- Hetta er ein hóskandi ávaring til USA og Suðurkorea, segði norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-un, sipandi til hernaðarvenjingarnar sum tey bæði londini fóru undir tíðliga í hesi vikuni.

Hernaðarvenjingin hjá USA og Suðurkorea var ikki so umfatandi sum upprunaliga ætlað, og tað síggja fleiri eygleiðarar sum eina roynd at kyrra Norðurkorea.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo