Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Onnur tíðindi

Norðurkorea skal hava ment eitt nýtt, loyniligt vápn. Statsstýrdu miðlarnir í landinum hava í seinastuni verið á tremur við hálovandi frásagnum frá herinum, sum skal hava roynt vápnið, ímeðan einaræðisharrin, Kim Jong-un var hjástaddur.

Vesturlendsku fregnartænasturnar vita ikki, hvat vápn talan er um, men vápnið skal kunna "tryggja statin" sum norðurkoreansku miðlarnir siga.

Fleiri serfrøðingar sum hava verið frammi halda, at Norðurkorea er um at missa tolið við USA eftir toppfundin ímillum Donald Trump, forseta, og Kim Jong-un í Singapor herfyri. Tá avtalaðu partarnir millum annað, at vesturheimurin skal linka búskaparligu revsitiltøkini ímóti Norðurkorea afturfyri at landið skal fremja umfatandi nýskipanir og millum annað eisini sleppa ætlanunum um at menna kjarnorkuvápn.

Tey atfinningarsomu vístu eftir toppfundin á, at ongin verulig ætlan er gjørd fyri, hvussu partarnir hvør í sínum lagi skulu koma víðari og hvør eigur næsta leik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo