Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Norðurkorea hevur tíðliga í morgun skotið tvær stuttberandi royndarrakettir.

Báðar duttu niður í Japanska havið eftir at hava flogið í 430 kilometrar og í 50 kilometra hædd, upplýsa fleiri miðlar í Suðurkorea.

USA og Norðurkorea hava verið í samráðingum um at minka um goymslurnar hjá Norðurkorea av vápnum av hesum slagnum, men tær samráðingarnar endaðu sambært USA úrslitaleysar, tí Norðurkorea kravdi umfatandi minkingar av búskaparligu tiltøkunum ímóti landinum áðrenn nakrar samráðingar kundu byrja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo