Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Onnur tíðindi

- Einasti spurningurin sum nú stendur ósvaraður er, nær kríggið brestur á, segði talsmaðurin í eini yvirlýsing sum hann las upp í statsrikna miðlinum KCNA.

Boðini koma samstundis sum USA og Suðurkorea eru farin undir størstu felags venjingina nakrantíð.

- Vit ynskja onki kríggj. Men vit fara heldur ikki at krógva okkum burtur og um USA mistekur seg og heldur at vit hava óendaliga nógv tol, so festa tey í fjúsið til eitt kjarnorkukríggj, og tað fer at kosta teimum dýrt, tí vit fara ikki at spara uppá okkara kjarnorkuvápn sum vit nú leingi hava ment, bleiv sagt í yvirlýsingini.

Úr Hvítu Húsunum eru boðini, at vandin fyri kríggi veksur hvønn dag, og røddir eru frammi um, at familjur hjá amerikanskum herfólki í Suðurkorea átti at farið heim ímeðan væl er. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo