Náttúran talar - náttúran er tigandi. Bæði eru sonn
- V. Poulsen
Tiltøk

Fyri fyrstu ferð verður nú skipað fyri felags norðurlendskari ráðstevnu um millum annað burdardygga námsfrøði. Á ráðstevnuni, sum verður í Oslo í november, fara fólk úr øllum norðurlondum at siga sína hugsan, og úr Føroyum er tað Birita Arge sum fer at luttaka.

- Ráðstevnan hevur fleiri endamál. Vit ynskja at styrkja relatiónirnar ímillum okkara lond og vit ynskja at bjóða til deiling av teori og praksis tvørtur um landamørk, sigur Birita Arge.

Evnið á ráðstevnuni er burðadygg námsfrøði og høvuðsorð eru etikk, estetikk og økologi.

Meira kann lesast um ráðstevnuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo