Vit jødar hava eitt loyniligt vápn: Vit hava onga aðrastaðni at fara
- Golda Meir
local.fo

News in English

Vinna

Norðurlendski stórbankin Nordea hevur yvir 3 milliardir krónur í halli triðja ársfjórðing í ár. Tað hevur bankin kunngjørt í eini fráboðan í morgun.

Orsøkin skal fyrst og fremst finnast í útreiðslum sum bara koma einaferð, til dømis hevur Nordea niðurskrivað virðið av ymsum KT-aktivum uppá nærum 10 milliardir krónur.

Leiðslan hevur boðað frá, at 1,5 mia kr eru settar av til at minka starvsfólkahópin sum telur nærum 30.000 fólk.

Nettorentuinntøkurnar hjá Nordea fullu við 4% í triðja ársfjórðingi samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Samstundis vuksu inntøkur frá rakstrinum við 1%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo