Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Norðurlond og baltisku londini taka nú enn eitt stig til at styrkja samstarvið um talgilding. Saman við hinum norðurlendsku londunum hava Føroyar í dag skrivað undir felags ráðharrayvirlýsing um sokallað tilgjørt vit (artificial intelligence – stytt AI).

Yvirlýsingin fevnir um at menna og virka fyri betri korum innan AI. Hetta merkir ítøkiliga at betra um atgongdina til upplýsningar, og at londini skulu hava felags leiðreglur um AI nýtslu. Harumframt skulu undirstøðukervið, tøknin og upplýsningar, ið nýtast til AI framyvir verða grundaðar á ein felags leist.

“Tað hevur alstóran týdning, at talgildar føroyskar loysnir kunnu nýtast tvørtur um landamørk. Eisini er tað neyðugt, at vit í norðurlondum og baltisku londunum støðugt lata hvørjum øðrum vitan og royndir til tess at finna felags loysnir, har hetta letur seg gera. Eg eri serstakliga fegin um, at Føroyar eru við í hesum samstarvi um talgilding á javnbjóðis føti við grannalond okkara”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Landsstýrið arbeiðir – umvegis Talgildu Føroyar – við eini heildarætlan fyri talgilding í Føroyum. Hóast AI ikki er beinleiðis partur av verkætlanini, er tað týdningarmikið, at Føroyar eru fyrireikaðar til hesa tøkni. 

Norðurlendska og baltiska samstarvið um talgilding byrjaði í 2017, tá ið MR-Digital var sett á stovn. Ráðharrarnir í norðurlendsku og baltisku londunum manna MR-Digital. Talan er um eitt ráðharraráð, sum fyribils - í tíðarskeiðinum 2017-2020 - skal arbeiða fyri at skapa eitt samanhangandi og sameint talgilt øki, ið skal gagnnýta talgildu tøknina til at skapa vøkstur og enn betri vælferð í norðurlondum og í baltisku londunum.

Sí yvirlýsing her:

Sí tíðindaskriv frá MR DIGITAL her: 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo