Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Vinna

Vinnuhúsið: Í sambandi við, at avtalan verður undirskrivað, er høgtstandandi kinesisk sendinevnd á vitjan í Noregi, og hava fleiri fundir verið við norskar myndugleikar. Sendinevndin hevur eisini vitja alibrúk í Rogalandi saman við norska fiskimálaráðharranum.

Eftir at handilssamstarvið millum Kina og Noreg hevur verið avmarkað í nøkur ár, orsakað av politiskum viðurskiftum, tykist ferð nú at vera komin á samhandilin aftur. Higartil í ár er norski útflutningurin av laksi øktur 78% í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Tað er eingin loyna, at norðmenn eisini síggja vitjanina úr Kina sum ein møguleika at seta fokus á eina komandi fríhandilsavtalu millum Noreg og Kina. Tað verður mett, at ein fríhandilsavtala millum Noreg og Kina kann økja útflutningin við 29 mia. NOK yvir 10 ár, skrivar dn.no

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo