Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tá ið løgreglan var boðsend av sjúkrahúsinum eftir at andlát var fráboðað, vísti tað seg at sjúklinguri var á lívi.

Norska TV 2 fær upplýst at kvinnan var nógv niðurkøld, tá ið hon var funnin og koyrd á Molde sjúkrahús. 19. februar var ein kaldur vetrardagur í Molde og kvinnan var funnin liggjandi í eini kavafonn.

Hon var koyrd á sjúkrahús, men støðan versnaði hjá henni og vóru gjørdar fleiri royndir at fáa lív í kvinnuna aftur, sambært TV 2.

Tá ið løgreglan kom til sjúkrahúsið fyri at staðfesta andlátið og gjørdi sínar kanningar, so var funnið útav at kvinnan var ikki deyð kortini, skrivar TV 2, sum umtalið hendingina fyrst.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo