Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Innlendis ítróttur

- Tað er eingin loyna, at vit mangla kvinnuligar dómarar í Føroyum, og hetta er ein partur av átakinum at varpa ljós á kvinnuligar dómarar. Vónandi fáa vit fleiri í nærmastu framtíð, tí vit hava veruliga brúk fyri teimum, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Tá fremstu kvinnuliðini hjá B36 og HB fara á vøllin komandi sunnudag, verða tað tríggjar norskar kvinnur, ið fara at døma dystin. Talan er um Emilie Dokset, Silje Thoresen og Sonia Khan, ið allar eru 27 ára gamlar, og somuleiðis eru allar tríggjar á listanum hjá FIFA yvir altjóða dómarar.

Fyri fáum árum síðani vóru tríggjar kvinnur, sum javnan dømdu dystir í føroysku kvinnukappingunum. Men í løtuni er eingin, og tað harmast dómaraleiðarin hjá FSF um.

- Ja, tað er keðiligt, at vit ongar kvinnuligar dómarar hava í løtuni, tí tær, sum vit hava havt, hava verið góðir dómarar. So vónandi kann hetta vera við til at fáa nakrar at bjóða seg fram, sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.

Dysturin í Betri Deildini hjá kvinnum millum B36 og HB, verður spældur á Ovara vølli í Gundadali sunnudagin 11. august klokkan 12:15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo