Best muna teir sannleikar, maður sigur sær sjálvum
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Ein meiriluti í Aust-Agder Framburðsflokkinum heldur, at tað er skeivt at staturin skal gjalda fyri avleiðingunum av egnum vali.

– Tað handlar um at taka fylgjurnar av handlingunum tú gert, og tú veitst hvørjar fylgjurnar eru av kynsligum sambandi, sigur Silje Flaten Haugeli í Aust-Agder Framburðsflokkinum.

Undir ársfundinum var samtykt við 18 móti 17 atkvøðum at kvinnur skulu sjálvar gjalda fyri sína fosturtøku.

– Tað er altíð ein vandi at gerast við barn og so eigur tú at taka fíggjarligu fylgjurnar av tí. Staturin skal ikki fíggja at tú hevur verið óvarin, sigur Haugli.

Les meira her

Hvussu nógv ein fosturtøka kostar í Noregi, stendur ikki í norsku greinini, men í Danmark kostar ein fosturtøka minimum um 12.000 krónur - sí her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo