Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Eldur í Notre Dame: Sambært DR er alt takið í Notre Dame dómkirkjuni nú dottið niður.

Ein talsmaður frá franska innlendismálaráðnum førdi fram fyrr í kvøld, at tað als ikki er víst, at tað fer at bera til at sløkkja eldin og harvið bjarga 850-ára gamla bygninginum, skrivar The Guardian.

Tað sama metir sløkkiliðið í Fraklandi.

DR skrivar, at arbeitt verður í løtuni við at bjarga málningum og aðrari list úr dómkirkjuni.

Eldurin byrjaði kl. 18.50 í kvøld lokala tíð, og hava fleiri túrund fólk fylgt við á gøtunum í París; nógv teirra sum vera man grátandi.

Eingin er deyður í eldsbrunanum, men talan er allíkavæl um ein sorgardag, tí hetta er ein av heimsins kendastu bygningum og ein ímynd av París og franska samfelagnum.

Hvat ið franski forsetin, Emmanuel Macron eisini vísti á. Hann er ein av mongum, sum hevur verið til staðar uttanfyri Notre Dame í kvøld.

- Eg eri skelkaður av at vera her í kvøld og síggja ein part av okkum fara upp í royk, segði Macron við franska miðilin Le Figaro.

Tað er enn ikki staðfest, hví eldurin byrjaði, men verður mett, at eldurin stavar frá umvælingararbeiði, sum er farið fram í dómkirkjuni hesa síðstu tíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo