Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Í stórari samrøðu við Berlingske Tidende sigur nýggi formaðurin í Novo Nordisk grunninum, Lars Rebien Sørensen, at humaniter hjálp, eitt nú til flóttarfólkalegur, í framtíðini fer at fylla meira í arbeiðnum hjá grunninum.

Novo Nordisk grunnurin hevur herfyri eisini verið nógv frammi í Føroyum, tí hann hevur bjóðað sær til at fíggja granskingararbeiði innan diabetes, nakað sum føroyskir myndugleikar tó takkaðu nei til, og av tí sama vóru fyri ógvusligum atfinningum frá bæði leikum og lærdum. 

Novo Nordisk grunnurin er nógv tann størsti av sínum slagi í Danmark, og fer væntandi framyvir árliga at lata á leið 5 mia kr út til gransking og hjárlpararbeiði av ymsum slagi. Hetta er áleið fýra ferðir so nógv sum í dag, sæst í nýggju átaksætlanini hjá grunninum.

 Berlingske skrivar, at sagt uppá ein einklan máta, so er Danmark vorðið ov lítið hjá Novo Nordisk grunninum til allar pengarnar sum grunnurin hevur at lata, og tí má hann nú leita sær útum landamørkini.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo