Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Krutl

BirkBloggur: Eingin annar í allari verðini, uttan Andrias Høgenni, eigur tveir Geytar. Eins og í fjør, fekk hann Geytan frá eini samdari dómsnevnd í Norðurlandahúsinum. Í gjárkvøldið fyri filmin Et knæk og í fjør fyri Stina Karina. Grundgevingin hjá dómsnevndini at lata Geytan í 2016 var soljóðandi:

Tað er kalt, nátt og vetur. Tað sæst á andlitunum á høvuðsleikarunum, sum eins og onnur hava eitt arbeiði, sum tey við lív og sál ganga uppí. Sjálvt hin minsta smálut í arbeiðinum hava tey lagt til rættis. Men so hendur nakað, ið skeiklar menninskjansligu ætlanina. Tað almenna, øvrigheitin, grípur inn og ber eini boð. Men arbeiðið, og karmurin um alla ta lýstu tilveruna hjá teimum báðum høvuðsleikarunum, er ólógligt.

Løgreglan, ørindi og boð hennara verða mótparturin í hesi hugvekjandi søgu um eina tvístøðu, har hvørt sekund, hvørt svar, hvør upplýsingur og hvør gerð, er eitt lívshættisligt svar, eisini tá svarið ikki verður givið, og høvuðsleikararnir bara yppa øksl. Bygnaðurin í søguni er eins greiður og leikaraavrikini. Plottið nemur við flestu tættir í einum góðum stuttfilmi, og heldur tær sum áskoðara bundnum heilt til endan. Geytavirðirslønin í 2016 fer til Andrias Høgenni fyri at hava leikstjórnað eksistentiella filmin og umbýtisleikin Et knæk.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo