Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Nú bókin hjá Sjúrði Skaale er nógv frammi er undrunarvert hvussu stóran týdning orð hava fingið í dagsins politikki og samfelagnum sum heild.

Mær rennur í hug yrkingina hjá Sámal Matras Kristiansen undir heitinum: Tóm orð til svikna skaldið. Eitt ørindi ljóðar soleiðis:

Men títt dýra papír við gyltum rondum
og fagrari skrift og glæstrimyndum
tú fylti við gleði, ið ei heldur gleim,
við dansum, ið standa í stað.  

Tey sum stríðast fyri at loysa Føroyar frá Danmark, valdu sær ein leiðara, sum segði teimum at nú mátti man ikki longur tosað um loysing, men í staðin brúka orðið ”Fullveldi”.

Undir hesum nýggja slagorðinum varð hesin leiðarin valdur til fólksins leiðara, og setti nevndir at orða setningar, sum skuldu leggjast fram fyri kong. Tey sum vildu loysa, skuldu nú biðja Kong um at sleppa úr ríkinum. Ikki einans skuldi Kongur geva føroyingum loysing, men setningarnir hesar nevndirnar skuldu finna fram til, skuldu verða so væl orðaðir, at Kongur enntá fór at geva føroyingum pening fyri, at loysa kongaríkið sundur. 

Nógvar milliónir av almennum pengum vóru brúktir til at finna røttu orðini, og fagnaðurin var stórur tá fólksins leiðari við fylgi fór til Danmarkar at hitta Kong.

Kongur svaraði skjótt og greitt, at føroyingar kundu sjálvandi fara úr ríkinum, men tað fór hann ikki at rinda fyri.

Og so duttu øll orðini við gyltum rondum á gólvið, og fylgi kom heim við ongum.

Eftir mong ár í útlegd, er nú hesin sami fólksins leiðari komin til valdi aftur og skal geva føroyingum ein nýggjan fiskivinnupolitikk.

Nú skal fiskivinnan betala fyri loysingina.

Saman við øðrum flokkum er orða eitt samgonguskjal, sum ikki má nevna hetta og ei heldur orðið uppboðssøla, sum er barnið sum skal skaffa pengarnar. Settar eru fleiri nevndir at finna setningar, sum innihalda ein politikk har man heldur ikki nevnir orðini við røttum navni – tí tað kann øsa fólk?

Gjøgnum innlit, sum dugnaligir fjølmiðlar hava fingið, er komið fram, at hóast nýskipanarnevndin er mannað við fremstu serfrøðini, sluppu hesi ikki at gera sínar egnu kanningar og meiningar. Tey skuldu bert skrivað tað, sum fólksins leiðari hevði sagt tey skuldu skrivað.

Og nú hevur so fólksins leiðari boði øllum flokkum til samráðingar, sum ikki skulu koma til aðra niðurstøðu enn tað, sum teir tríggir samgonguleiðararnir hava avtalað innanhýsis.

Úrslitið kenna vit øll. Tað verður sum við ferðini til Kong.

Alt ella einki er neviliga sum oftast einki, tí tað er sera sjáldan at nakar vinnur alt.

Nú yrkingin hjá Sámal Matras Kristensen, hevur ein keðiligan enda:

Nú títt dýra lívsverk, tínir dýrbaru dagar
eru horvnir niður í tómleikans skuffu,
har tín lívsmynd út skríggjar í tóman heim,
eins og eitt tómskrivað blað.

Skal hetta vera endin á fólksins leiðara?

Skulu allar hesar milliónirnar av almennum krónum, sum brúktar eru at finna orð, verða til onga nyttu?

Tað kann ikki verða rætt at stríð um orð skal niðurbinda fiski- og veiðimannin, sum er sjálv lívsæðrin  hjá føroyska samfelagnum. Onkur politikari má verða millum føroyingar, sum er verkamaður. Onkur má verða, sum dugur at arbeiða seg fram til eina góða loysn har orð verða sett á innihaldið og ikki sum nú – brúkt til at pakka innihaldið inn, so eingin kennir innihaldið í pakkanum.

Leiðsla er ikki orð, men gerðir.

Livst so spyrst.

John William Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo