Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Politikkur

Til fólkatingsvalið blivu danskar skattakrónur úr Fólkatinginum brúktar til at orða ein umhvørvispoltikk, sum so bleiv ein partur av valskránni hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið í Føroyum.

Hetta mál verður í løtuni kannað av formansskapinum í Fólkatinginum.

Nú endurtekur søgan seg:

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipar fyri valfundi í Norðurlandahúsinum upp undir løgtingsvalið í Føroyum til at viðgera eitt serføroyskt mál um hvørsmansrætt.

Sambært galdandi reglum kann játtanin til ein føroyskan fólkatingslim ikki nýtast til at fíggja eitt valstríð í Føroyum.

Kann Sjúrður greiða okkum frá, hvussu hetta hongur saman?

Christian Andreasen
valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo