Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Útlendis ítróttur

Fyrstaplássið á FIFA-styrkilistanum er ein veruleiki eftir at Belgia vann á Ísrael 3-1 i Brússel týskvøldið.

Dries Mertens, Kevin De Bruyne og Eden Hazard skoraðu málini.

Stóra feiringin eftir dystin stóðst ikki av at Belgia er kvalifiserrað til EM, tí tað var landsliðið undan dystinum.

Men tað var fyrstaplássið á FIFA-styrkilistanum sum var feirað av Vincent Kompany og kompany, skrivar VG.

VG skrivar at offisielli FIFA-styrkilistin ikki verður almennur fyrr enn 5. november, og tá verður tað Belgia sum hoppar av triðjaplássinum og upp á fyrstaplássið, framum núverandi Argentina.

Sí styrkilistan her

VG skrivar at summarið 2009 lá Belgia á 66. plássi – og nú góð seks ár seinni altso á toppinum. Frá at liggja undir londum sum Burkina Faso, Makedonia, Bolivia og Bahrain, tróna «reyðu devlarnir» nú á toppinum yvir heimsmeistarunum Týskland, europameistarunum Spania og tapandi HM-finalisti Argentina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo