Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Krutl

Nú styttist til páskahøgtíðina, sum byrjar seinni í vikuni.

Fyrsti heilidagur er Skírishósdagur, sum er dagurin, tá Jesus át sína síðstu kvøldmáltíð.

Síðan kemur Langi fríggjadagur, tá Jesus doyði á Golgata (saman við tveimum ránsmonnum), og hareftir koma Páskaaftan og 1. og 2. Páskadagur.

1. Páskadagur verður mettur sum tann mest heilagi dagurin hjá teim kristnu, tí hetta er dagurin, tá Jesus reis upp frá deyðum.

Í gjár høvdu vit Pálmasunnudag, sum er dagurin, tá Jesus reið inn í Jerusalem. Um hesa hending stendur at lesa, at fólk veitraðu við pálmagreinum og heiðraðu hann (Jesus) sum kong.

Meðan vit bíða so tolin til høgtíðina, sum stendur fyri framman, hava vit ta sonevndu Dymbildagavikuna - eisini kend sum Stillavika, tá fólk kunnu kobla úr og njóta friðsæluna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo