Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Lesarin skrivar

14. november 2017: Hesin dagur fer í føroyskari søgu at fáa stórsøguligan týdning.

Fólkið slapp endiliga av við eitt forstokkað, ófleksibult og næstan stalinistiskt stýri, sum ikki vildi lurta eftir sunnari fornuft!

Alt skyldaðist einum verðinsfjarum akademiskum dagdroymara frá RUC, sum við sítt skriviborð hevði forelskað seg dogmatiskt í einum so avoldaðum og brutalum liberalistiskum princippi, sum auktión.

Tað bleiv hansara Betong-evangelium, sum hann forførdi bæði fiskaministaran og ein part av Landsgonguni við.

Teir fóru so út at missionera fyri síni naivu AUKTIÓNS-trúgv, men teir fingu alt for fáar lærusveinar! 

Fólkið vildi slett ikki akta ella rekast í rætt, hóast Kringvarpið gjørdi eitt fantastiskt arbeiði fyri Landsgonguna og royndi at noyða sakleys fólk til at uppgeva alla rationella tankagongd.

Harumframt sósaði man samgonguna inn í ett studentikost og barnsligt projekt um eina "grundlóg", sum teir eufemistiskt kallaðu stjórnarskipannarlóg.

Tað brúkti man ikki minst energi og dýggjvátt krút uppá.

Totalt irrelevant arbeiði og eitt forfeingiligheits-uppskot, sum bara var til pynt.

Nú liggja teir akkurát, sum teir sjálvir hava reitt!

- Teir sita í einum öruddiligum politiskum trotabúgvi, har man í desperatión noyðist at fara á politiska tvangs-AUKTIÓN, og ALT má seljast út til fortvivlaðan spottprís.

Auktión er altíð ein miskunnarleys og syndarlig tragedia, sum man eigur at sleppa øllum undan!

Tað er ófyrigeviligt, at teir brúktu so nógva tíð uppá hopleys projekt í staðin fyri at arbeitt við fyribyrgjandi inflatiónstiltøkum í eini glóðheitari katastrofuøkonomi, tiltrongdum pensiónum, decentralisering, bústaðarviðurskiftum, sum eru heilt akutt og so eini skilagóðari eldrarøkt, sum treingir harðliga til ábøtur.

Men akkurát sum ábyrgdarleysar Peer Gynt-typur flýggjaðu teir heilt frá veruleikanum og krógvaðu seg í arrogantum prestigu-uppskotum, sum vóru heilt uttan fyri nakað jørðforbindilsi.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo