Omma var 60, tá hon fór at ganga 5 kilometrar um dagin. Hon er 96 nú, og vit vita ikki, hvar tramin hon er
- Ellen DeGeneres

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

Uppskotið hevur verið frammi fleiri ferðir fyrr, men tað sum løgtingið samtykti við aðru viðgerð í dag átti Bjørn Kalsø.

Føroyskt bátasmíð er um at doyggja út, lærlingar verða ikki settir við, og lógin, sum nú er samtykt, er ein roynd at veita hesi vinnuni eina hjálpandi hond.

Sambært lógini skal siðbundni føroyski báturin nú kunna byggjast uttan at meirvirðisgjald skal latast landskassanum av byggikostnaðinum. Lógin er ikki galdandi fyri aðrar bátar, bygdir í Føroyum úr øðrum tilfari enn viði og í øðrum sniðum enn tað sum eyðkennir føroyska bátin. Men eigur tú ein føroyskan bát sum trongir til ábøtur, so verður umvælingararbeiðið eisini frítikið fyri mvg.

Sambært upplýsingum frá Taks verða millum 80.000 og 100.000 krónur árliga goldnar í mvg til landskassan frá teimum, sum nú fara at sleppa undan.

Uppskotið verður væntandi endaliga samtykt við triðju viðgerð í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann